TT

Feilur í oljutangaskráseting

25.11.2021

Ein tekniskur feilur hevur tíanverri ført til, at oljutangaskrásetigin ikki hevur virka sum ætla. Um man hevur skrásett sín oljutanga talgilt, síðan skrásetingin kom í gildi á heimasíðuni, verður neyðugt at senda skrásetingina inn aftur av nýggjum. Tað er tíanverri óheppið og biðja vit um umbering fyri ómakin. 

Tekniska Deild vil heita á øll, ið vara av sethúsaogn í Vágs kommunu um at fara inn á oyðibløð á vagur.fo og skráseta sín oljutanga skjótast gjørligt. Eisini ber til at skráseta sín oljutanga talgilt her. Oyðibløð kunnu fáast á kommunuskrivstovuni ella til útprintingar á heimasíðuni. 

Tekniska Deild vil vísa á, at man svarar teimum spurningum í skrásetingini, ið man hevur vitan um. Eftir 1. januar 2022 fer Tekniska Deild at seta seg í samband við tey, ið ikki hava skrásett sín oljutanga, soleiðis at arbeiði at skráseta verður avgreitt skjótast í komandi árið. 


Deil á facebook