TT

Spæliplássið í miðbýnum verður dagført

16.04.2024

Gamla spæliplássið í miðbýnum verður nú dagført. Arbeiðið kemur kemur at strekkja sjeg yvir summarið.

Í dag eru arbeiðsmennirnir hjá Vágs Kommunu farnir í gongd við at gera økið klárt til eitt nýtt spælipláss. Fyrsta stig er at taka spælireiðskapin niður og at planera økið, har spæliplássið er. Eftirfylgjandi kemur Innspark at standa fyri arbeiðinum at gera spæliplássið av nýggjum.

Nýggja spæiplássið leggur upp til rørslu og spæl til skúlabørn, men eisini til uppihald, soleiðis at spæliplássið eisini kann verða ein savningarstaður i miðbýnum í Vági.

Tað eru nøkur ár síðan, at gamla spæliplássið við Vágsveg varð gjørt, og nú er tíðin komin til at alt økið verður dagført.


Deil á facebook