TT

Kvøldskúlin

Góðu borgarar,

Vælkomin í kvøldskúlan!

Kvøldskúlin í Vági bjóðar hvørt ár undirvísing og ymisk skeðir fyri ung og vaksin – kvøldskúlin er fyri fólk í aldrinum 15 ár og eldri. Undirvísingin fyrigongur í ymsum hølum í Vági. Veving hevur sini egnu hølir í kjallaranum í Heilsumistøðini. Tey flestu skeiðini verða hildin í Vágs skúla, Fablab Vágur og Miðlatúni.

Okur royna hvørt ár at koma við nýggjum íblástri, soleiðis at eitt sindur er til ymsu aldursbólkur og áhugamálini. Okur royna eisini at varðveita tey vælumtóktu skeiðini. Kvøldskúlatilboðini eru skiftandi frá einum ári til annað, soleiðis at tað verður tilpassa tørvin hjá borgarunun og rákinum í samfelagnum.

Okur hava í ár roynt at varð-veita tey vælumtóktu skeiðini. Harafturat eru okur komin við nýggjum skeiðum. Í ár hava okur eisini lagt dent á, at fáa fleiri styttri skeið í skránna, tí tey styttri skeiðini vísa sjeg at hava stóran áhuga millum fólk. Hetta merkir, at í skránni eru fleiri ein-dags skeið til t.d. glas og, sum nakað nýtt, at endur-gera gamlar myndir. Hyggið í blaðið og fái íblástur – úrvalið er stórt hetta skúlaárið.

Kvøldskúlaskráin kann lesast talgilt her.

Samband

Leiðari er Tina Tausen

Telefon: 23 93 33 (mánadag kl. 09-12 og tórsdag kl. 14-19).

Teldupost: kvoldskulin@vagur.fo

Ella umvegis facebook-vangan hjá kvøldskúlanum.

Tilmelding til kvøldskúlan

Í Vágs kvøldskúla ber til at dyrka handverkið ella nema nýggjar førleikar, og hetta hendir saman við øðrum við somu áhugamálum, sum tú.

Útfyll teigarnar niðanfyri og krossa av hvørji skeið, tú ynskir at melda tjeg til. Kontonummari fyri tilmelding er: 9870-404.548.4. Viðmerk navn og skeiðsnummar. Skeiðsnummar og skeiðsgjald finnast í kvøldskúlaskránni Eftirgróður.

Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um tjeg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her.

Skal upplýsast í smb. við prutlkoyrikortið.
* Føroyskt fyri útlendingar / Faroese language training: tilmelding/registration: kvungskuli@tvoroyri.fo