TT

Dátuverndarkunning

Innleiðsla

Í hesari dátuverndarkunning fært tú svar uppá, hvørji okur eru, hvussu okur savna, goyma og nýta tínar upplýsingar, og hvørji rættindi tú hevur hesum viðvíkjandi.

Dátuábyrgdari

Vágs kommuna er dátuábyrgdari. Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónsupplýsingum og dátutrygd ella møguligum trygdarbrotum skulu stílast til kommununa.

Vágs kommuna
Vágsvegur 30, 900 Vágur

Telefon: 66 30 00
Teldupostur: vagur@vagur.fo 

Vágs kommuna hevur sett eitt uttanhýsis dátuverndarfólk. Dátuverndarfólkið veitir okum hjálp við at tryggja dátuverndina í kommununi. Um tú hevur spurningar viðvíkjandi tínum rættindum í sambandi við okra viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú seta tjeg í samband við dátuverndarfólkið á:

Dátuverndarfólk Jónas Tór Næs, adv.

Faroe Law

Magnus Heinasonar gøta 10

100 Tórshavn

Telefon +298 22 28 38

Teldupost: dpo@vagur.fo

Endamál og heimild fyri viðgerð av persónupplýsingum

Vágs kommuna hevur sum kommunalur myndugleiki eina røð av uppgávum. Tað eru uppgávur sum borgaratænastur, barnaansing, bygging, umhvørvi o.a.

Okur viðgera persónsupplýsingar fyri at kunna loysa tær uppgávur og veita tær tænastur, ið kommunan sambært galdandi lógum skal loysa og veita.

Hvørjum persónsupplýsingum hava vit tørv á?

Júst hvørjar upplýsingar okur viðgera, valdast endamálið við viðgerðini. Okur innsavna einans upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at okur fáa viðgjørt títt mál. Hetta kunnu vera vanligar persónsupplýsingar og viðkvæmar persónsupplýsingar, alt eftir hvat endamálið við viðgerðini er.

Í flestu førum hava okur eisini tørv á tínum p-talið til eintýðuga eyðmerking.

Tú hevur altíð rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar okur viðgera um tjeg.

Hvaðani stava upplýsingarnar?

Okur innsavna tínar upplýsingar á ymiskan hátt. Í flestu førum fáa okur upplýsingarnar beinleiðis frá tær.

Okur kunnu eisini fáa upplýsingar frá eitt nú

  • myndugleikum, stovnum og fyritøkum,
  • skúlum og dagstovnum,
  • skráum, eitt nú hjá TAKS ella Fólkayvirlitinum og
  • frá øðrum borgarum.

Tú hevur rætt til at verða kunnað/ur um hvørjar upplýsingar vit skráseta um tjeg.

Heimild fyri okkara viðgerð

Hvør okra viðgerðarheimild er, veldst um hvørjar upplýsingar okur viðgera og hvat endamálið við viðgerðini er. Okur kunnu einans viðgera upplýsingar, sum eru neyðugar til endamálið við viðgerðini.

Okra viðgerðarheimild eftir dátuverndarlógini (“DVL”) er í høvuðsheitum:

  • DVL § 8, stk. 1, nr. 2, 3 ella 5 (vanligar persónsupplýsingar)
  • DVL § 12, stk. 1, nr. 2, 3, 6 ella 7 (viðkvæmar persónsupplýsingar)
  • DVL § 16 (p-talið)  

Umframt ásetingunum í DVL eru serligar reglur galdandi fyri viðgerð av persónsupplýsingum á einstøkum lógarøkjum. Tá ið slíkar serreglur eru galdandi, fylgja okur sjálvsagt eisini hesum reglum.

Í einstøkum førum hava okur tørv á samtykki frá tær fyri at viðgera persónsupplýsingar um tjeg. Til dømis er neyðugt við samtykki frá tær, um okur vilja nýta eina mynd av tær ella tínum barni á okkara heimasíðu. Slíkt samtykki verður fingið til vega sambært ásetingunum í DVL § 9.

Víðarigeving av upplýsingum

Í ávísum førum letur Vágs kommuna persónsupplýsingar víðari, men sjálvandi einans tá ið heimild er fyri tí.

Okur víðarigeva tínar upplýsingar til okra dátuviðgerar, sum hjálpa okum við at viðgera tínar upplýsingar á ein góðan og tryggan hátt. Uttanhýsis dátuviðgerar viðgera dátur okra eftir nærri ásettum avtalum. Hesar avtalur innihalda skjalfest boð um, hvussu persónsupplýsingar skulu viðgerast, og at persónsupplýsingar bert kunnu viðgerast sambært hesum boðum.

Í útgangsstøðinum verða persónsupplýsingar ikki fluttar til lond uttan fyri ES/EBS. Um upplýsingar verða fluttar til lond uttan fyri ES/EBS, tryggja okur okum, at verndarstøðið er nøktandi ella at fullgóð trygd er fyri, at rættindi og virkin rættarstig eru tøk fyri skrásetta.

Okur kunnu lata persónsupplýsingar víðari til myndugleikar, fyritøkur, ráðgevar og aðrar persónar, sum okur skulu samskifta við í sambandi við málsviðgerð. Í ávísum førum lata vit persónsupplýsingar víðari um tjeg sbrt. løgtingslóg um alment innlit ella eftir fyrisitingarlógini.

Hvussu leingi goyma okur tínar upplýsingar?

Okur strika tínar upplýsingar, tá ið okur ikki hava tørv á teimum longur. Tínar upplýsingar verða sum oftast goymdar líka leingi sum sjálvt málið, ið upplýsingarnar eru partur av. Hetta er í flestu førum fimm ár, frá tí at málið er liðugt viðgjørt.

Vágs kommuna hevur skyldu til at varðveita upplýsingar í málum, fyri at skjalfesta málsviðgerðina. Hetta er krav sambært fyrisitingarlóggávu, skjalasavnslóggávu o.a.

Á summum økjum kann styttri ella longri strikingarfreist vera ásett í lóg.

Vágs kommuna á sosialum miðlum

Vágs kommuna er á Facebook. Facebook hevur sín egna privatlívspolitikk. Okur mæla til, at tú lesur privatlívspolitikkin hjá Facebook, áðrenn tú brúkar síðuna hjá Vágs kommunu á Facebook.

Vágs kommuna skal gera vart við, at tá ið tú brúkar síðuna hjá kommununi á Facebook, savnar Facebook inn upplýsingar um tjeg við at brúka farspor. Tað hevur við sær, at okur kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook brúkar hesar upplýsingar til at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skalt síggja.

Tú kanst lesa dátuverndarkunningina hjá Facebook her og politikkin hjá Facebook um brúk av farsporum her.

Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini, hevur tú nøkur rættindi í samband við viðgerðina av tínum persónupplýsingum. Tú kanst m.a. fáa upplýst, hvørjar persónupplýsingar okur hava um tjeg og fáa upplýsingarnar strikaðar, undir ávísum treytum.

Ynskir tú at gera eitt av tínum rættindum galdandi, skalt tú gjøgnum teldupost venda tær til vagur@vagur.fo. Okur seta okkum tá í samband við tjeg, um hvørji rættindi tú ynskir at gera galdandi umframt at staðfesta tín samleika.

Rætturin til innlit

Tú hevur rætt til at biðja um innlit í teimum persónupplýsingum, sum okur viðgera um tjeg.

Fyri at kunna viðgera tína umbøn um innlit, heita vit á tjeg um at greiða okum nærri frá á hvørjum øki, tú hevur havt samband við kommununa, t.d. vegna heimahjálp, skúla o.a. Hetta ger tað lættari hjá okkum at finna upplýsingarnar fram um tjeg.

Rætturin til mótmæli

Tú kanst átala, at persónsupplýsingar um tjeg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónsupplýsingarnar um tjeg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til at viðgera onnur lóglig endamál.

Rætturin til rætting

Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar rættaðar, sum tú ikki metir vera rangar ella villeiðandi, soleiðis at okur ikki viðgerða upplýsingar um tjeg, sum eru skeivar ella ófullfíggjaðar.

Rætturin til striking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónsupplýsingar, sum okur hava um tjeg. Rætturin er ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur kommununi rætt til at varðveita og viðgera persónsupplýsingarnar.

Rætturin til viðgerðaravmarking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Um treytirnar til viðgerðaravmarking eru loknar kunnu okur einans viðgera tínar persónsupplýsingar í serligum førum.

Rætturin til dátuflutning

Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar, sum tú sjálvur hevur givið okum, fluttar til tín í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.

Rætturin til ikki at verða profileraður

Tú hevur rætt til ikki at verða profileraður, uttan so at hetta er avgerandi fyri, um ein avtala kann gerast.

Rætturin til at taka samtykkið aftur

Um okra viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at taka samtykkið aftur. Tá ið tú tekur samtykkið aftur, steðga okur viðgerðini av teimum persónsupplýsingum, sum var grundað á samtykkið.

Rætturin at klaga

Hevur tú spurningar viðvíkjandi viðgerð av tínum persónupplýsingum, ert tú vælkomin at seta tjeg í samband við okum á vagur@vagur.fo. 

Um tú ert ónøgdur við okra viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú bera eina klagu til ella seta tjeg í samband við Dátueftirlitið. Upplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum finnur tú her: https://dat.fo.