TT

Dúkurin verður lagdur á Marghøllina

16.04.2024

Í gjáramorgunin byrjaði arbeiðið at leggja dúkin á Marghøllina. Arbeiðið heldur fram í dag og verður væntandi liðugt í vikuni.

Arbeiðið at endurbyggjað Marghøllina byrjaði í gjár, tá arbeiðsmenn frá finsku fyritøkuni Besthall fóru í gongd við at rigga dúkin til. Tveir stórir kranar eru komnir suður til Vágs, sum skulu lyfta og breiða dúkin út, soleiðis at hann kann festast á konstruktiónina.Væntað verður, at arbeiðið verður liðugt í hesi vikuni.

Frammanundan, so hava arbeiðsmenn hjá SH Bygg og øðrum fyritøkum klárgjørt Marghøllina til arbeiðið, at leggja dúkin á. Tá dúkurin er komin á, so verður arbeitt inni í Marghøllini, har nógv arbeiðið er fyri framman, m.a. skulu øll ljósini hongjast upp aftur.

Tað var 8. februar 2023, at Marghøllin fekk stóran skaða í stormi.



Deil á facebook