TT

Time Out bólkur í Suðuroy

22.03.2024

Sinnisbati skipar aftur fyri TIME OUT bólki til børn og ung millum 12-18 ár, ið hava foreldur ella systkin við sálarsjúku – nú í Suðuroy.

TIME OUT er eitt frírúm hjá børnum og ungum – eitt stað, har tey kunnu siga time out frá gerandisdegnum, og møta øðrum í líknandi støðu. Her kunnu tey tosa við onnur við somu upplivingum og deila royndir saman og alt møguligt annað, tí vit hugna og stuttleika okkum eisini.

Bólkurin er skipaður av royndum bólkaleiðarum, sum saman við luttakarunum fara at taka ymisk evni upp at viðgera. Eisini fáa luttakarar amboð at fáa røttu javnvágina at liva egið lív, og samstundis vera ein partur av familjuni.

*Bólkurin byrjar í seinnu helvt av apríl/fyrst í mai – dato og tíðspunkt verða kunngjørd seinni.

Lesið meira her.


Deil á facebook