Tag: ferðslutrygd

Bøta um ferðslutrygdina við Vágs skúla

Vágs Kommuna hevur avgjørt at bøta um ferðslutrygdina í Vági, við serligum atliti at ansa eftir skúlabørnunum í ferðsluni.

Mong børn skulu á fyrsta sinni finna sær veg millum heim og skúla. Børnini eru lítil á vøkstri og kunnu tí vera trupul at síggja millum bilarnar. Tey skulu samstundis til at venja seg við at ferðast einsamøll í ferðsluni.

Í hesum sambandi hevur Vágs Kommuna tikið stig til at bøta um trygdina á Toftavegi, sum er sera smalur, og trongt er hjá børnum og bilum at ferðast trygt.

Serliga vandafult er hjá børnum at ferðast trygt við skúlan, har børn, vaksin, súkklur og nógvir bilar møtast um somu leið.

Vágs Býráð hevur tí samtykt at einsrætta Toftaveg, sum eina royndarskipan í eitt ár, við møguleika at tillaga skipanina saman við løgregluni.

Broytingin verður henda:

Loyvt verður bert at koyra eystur eftir Toftavegi, frá húsinum hjá Esther Johannesen á Toftavegi 1, og eystur til Toftabrekku.

Loyvt verður at koyra í báðar rætningar á Toftavegi millum Toftabrekku og Kroslábrekku.

Loyvt verður bert at koyra eystur eftir Toftavegi millum Krosslábrekku og Toftalíð.

Loyvt verður at koyra í báðar rætningar á Toftavegi millum Toftalíð og Marknoyrarveg

Hetta broyting fær virknað frá mánamorgunin 22. Oktober 2018, kl. 08.00.

Kort yvir økið sæst her (trýst fyri størri mynd)

Vælvirkandi ferðslutrygdarátak í Líðini

Í summar var enn eitt ferðslutrygdarátak framt í Vágs kommunu, tá vegurin inni í Líðini varð broyttur til ein sokallaðan tvey minus eitt veg, samstundis sum at parkeringsbásar vórðu gjørdir framvið vegnum.

Les meiri

Bøta um ferðslutrygdina inni í Líðini í Vági

Sum liður í miðvísari ætlan, har arbeitt verður við at bøta um ferðslutrygdina inn gjøgnum Liðina, verður vegurin inn gjøgnum Líðina nú gjørdur um til ein 2 minus 1 veg.

Les meiri

Tvey minus eitt vegur í Vági

Eftir at fyrst Páls Høll og síðani Marghøllini á Oyrunum eru bygd og tikin í nýtslu, er ferðslan, bæði til gongu á súklu og við bili, vorðin alsamt størri inn á Oyrarnar. 

Les meiri

Nýggju gøtuljós inn í Líðini tendraði

So eru nýggju gøtuljósini av Tríkantinum á Sandinum og inn í Líðina, heilt inn til býarskeltið innanfyri omankoyringina til Oyrarnar, tendraði.

Les meiri