Sambýlið á Bárðarfløtti

Sambýlið á Bárðarfløtti er eitt heim, har 5 menningartarnaði fólk búgva. Her arbeiða 5 pedagogar, 1 hjálparfólk og 3 avloysarar.

Hvørt búðfólk hevur egið kamar, 3 hava egið baðirúm, meðan 2 mugu deilast um eitt.

Endamálið við arbeiðinum á sambýlinum, er at skapa karmar fyri hvørt einstakt búðfólk soleiðis, at tey hava møðuleika fyri at mennast og trívast og fáa eitt gott lív útfrá teimum ymisku fyritreytum, sum tey nú einaferð hava fingið tillutað. Uppgávan hjá starvsfólkinum er at veita námsfrøðiliga rágeving og vegleiðing við tí fyri eyga, at búðfólkini fáa eitt gott lív og í samfelagið við onnur læra, hvat tað vil siga at liva í einum felagsskapið.

Stórur dentur verður lagdur á, at Sambýlið er eitt heim í tí týdningi, at her ber til at koma bæði við sínum góðu og minni góðu upplivingum, ein tryggur “basi” har altíð er pláss fyri bæði gleði og sorg, men eisini, eittt stað sum er merkt av hugna og sosialari samveru.

Búðfólkini, eru við til at gera mat, vaska klæði og gera reint á sínum kamarið, eftir førimuni. Vit leggja stóran dent á virðingina fyri tí einstaka, teirra mørkum og tað, at øll hava rætt til eitt privatlív.

Øll búðfólkini, arbeiða á varda verkstaðnum yvuri á Bakka, 5 dagar um vikuna. Í vikuskiftunum eru vit ofta við til tey tiltøk sum verða fyriskipaði runt um í nærumhvørvinum. Einaferð um árið fara vit at ferðast saman, antin í Føroyum ella uttanlanda.

Upplýsingar um upptøku á sambýlið eru at finna á heimasíðuni hjá Nærverkið, www.naerverk.fo. Annars eru øll sjálvandi vælkomin til at ringja í sambýlið og hoyra nærri um virksemi hjá okkum.

Telefon: 374074/240474
Fax: 374174
T-post: sambard@naerverk.fo
Leiðari: Elken Holm
Varaleiðari: Sanna Jacobsen