Vardi Verkstaðurin inni á Bakka

Vardi Verkstaðurin á Bakka 2014

Vardi Verkstaðurin er eitt arbeiðspláss og aktiveringsstaður fyri búfólk hjá Sambýlinum á Báraldarfløtti og annars øðrum fólki aðrastaðni úr oynni. Verkstaðið er eitt arbeiðstilboð fyri menningartarnað, og fólk við breki annars.

Á stovninum royna tey, at geva fólki við breki ein innihaldsríkan dag, við ymiskum handaligum arbeiði, og øðrum, sum tey hava áhuga í og sum hoyrir dagligdengum til.
Á Varda Verkstaðinum yviri á Bakka starvast 4 fólk , 1 námsfrøðingur, 1 amboðsatstøðingur, eitt hjálparfólk og leiðarin. Í løtuni eru 16 brúkarar av tilboðnum.

Upptøkureglar og gjald kann ein fáa at vita við at venda seg til leiðaran á stovninum.

Um einstaklingar ella bólkar ynskja at vitja stovnin, eru tey vælkomin at ringja og avtala eina tíð.

Verkstaðurin hevur eisini eina sølubúð, sum er opin mánadag til hósdag frá kl. 09:00 til 15:30, og fríggjadagin frá kl. 09:00 – 13:00. Í sølubúðini ber til at keypa lutir, sum eru gjørdir á Verkstaðnum.

Verkstaðurin inni á Bakka
Eggjavegur 2
Fo – 900 Vágur
Tlf. 373536 / 221836
T-postur: abakka@naerverk.fo
Leiðari: Joan Nolsøe