Jarðarferðir

Gamli-Kirkjugardur

Tá ið onkur í familjuni doyr eru tað nógv praktisk ting at taka sær av:

Niðanfyri kunnu tygum fáa upplýsingar um prest, líkvogn o.a.

Setið tygum í samband við prest ella onkran í samkomu tygara um fráferð úr kapellinum og jarðarferðina. Tosa við prest ella onkran í samkomuni um talu og sangir. Spyr eisini prest um klokkara, organist og sangarar.
Prestur í Vági: Patrick de Neergaard, tlf. 373023

Setið tygum í samband við gravara skjótast gjørligt. Minst til at upplýsa mát á kistu.
Gravari: Jón Vilhelm, tlf. 239373 (ella tlf. 213409).

Líkbilur skal bíleggjast at koyra úr kapellinum og til jarðarferðina. Kommunan heldur kostnaðin av líkbilinum.
Ása Oddbjørg Midjord, líkbilurin – tlf. 579926.