Grøni bólkur

Groni-bolkur

Vágs Býráð hevur sett á stovn ein Grønan bólk at arbeiða við grønum átøkum í Vági.

 

Í bólkinum eru hesir limir:  

Eyðbritt Krosslá (eydbritt@vagur.fo)

Eydis Kjærbo (eydis@vagur.fo)

Beinta Leo

Olgar Mortensen

 

 

Endamálið hjá Grøna bólkinum er millum annað, at seta fokus á:
• Grønir kommunalir stovnar
• Brúkaravinarligt rusk- og endurnýtslupláss
• Orkusparandi gøtuljós
• Fleiri grøn økir í býnum, skapa býarrúm og fríøkir í miðbýnum
• Planta trø og runnar í býnum.

Harumframt kann Grøni bólkur eisini taka upp viðurskifti, sum bólkurin metir hava týdning.