Bústaðir

Vagur-2008

Fyri at tryggja at fólk, sum hava áhugað í at flyta til Vágs, fáa so lætta atgongd til bústað sum gjørligt, hevur Vágs kommuna tikið stig til at skipa eitt slag av bústaðarmarknaði – ein bústaðar-bredda – her á heimasíðuni.

Á bústaðar-breddanum kunnu fólk, sum hava bústaðir til leigu ella til sølu í Vágs kommunu, ókeypis vísa á teirra bústað. Eisini verður givið innivist til grundstykkir í Vágs kommunu, sum fólk hava til sølu.

Legg til merkis, at yvirlitið er ikki fullfíggjað, tí talan er um eina tænasta, sum Vágs kommuna bjóðar fólki sjálvboðið at brúka – fólk gera sjálvi av, um tey ynskja teirra hús á hesum yvirlitinum.

Bústaðir til sølu (trýst her)

Bústaðir til leigu (trýst her)

Grundstykkir til sølu (trýst her)