Krøv til rottangar

rottangi_tekning

Umhvørvisstovan hevur latið gjørt vegleiðing í samband við krøv til rottangar í Føroyum.

Í vegleiðingini hevur Umhvørvisstovan sett vegleiðandi krøv, sum skulu virka fyri, at rottangar, sum framyvir verða settir niður, eru lættir at tøma og  røkja. Til dømis er í vegleiðingini ásett, at allir nýggir tangar skulu hava T-rør í frárenningini, og at reinsirør skulu setast á rørini báðu megin tangan. Annað nýtt krav er, at minstamark er sett fyri, hvussu væl ein tangi skal reinsa.

Vegleiðingin skal eisini forða fyri, at rottangar, sum ikki virka nóg væl, verða seldir í Føroyum.

Les eisini vegleiðingina her.

Kunning til borgarar

  • Leið ikki sýru, klor ella onnur kemikalii í tangar, hvørki frá vøskum ella skolað niður í WC’num. Slík evni tálma rotingini, umframt at dálka havið.
  • Lat ikki vatn frá vøskum o.ø. renna óneyðugt. Jú meira vatn rennur í tangar, verri reinsar hann.
  • Ikki skola t.d. blæur, eingangslappar, vattpinnar, sigarettstubbar og heilivág niður í WC

Viðkomandi lóggáva á økinum
Kunngerd/111-fra-07-09-2009-um-spillivatn
Kunngerd/186-fra-05-11-1993-um-spillvatnsevju-sum-broytt-vid-kunngerd-nr-90-fra-28-september
Kunngerd/53-fra-03-05-1994-um-umhvorvisreglur-sum-seinast-broytt-vid-kunngerd-nr-111-fra-7

Kunngerð um spillivatn ásetir, at alt spillivatn skal reinsast mekaniskt áðrenn tað verður leitt á sjógv. Hetta merkir, at spillivatn frá einum húsarhaldi antin skal leiðast í egnan privatan rottanga, ella í ein størri kommunala rottanga, sum er felags við onnur húsarhald.