Ókeypis skrivstovu til íverksetarar

Vágur-DHa

Lagt verður nú afturat verandi stuðulsskipanum til íverksetarar í Vágs kommunu. Nú fáa íverksetar atgongd til ókeypis skrivstovur.

Vágs kommuna bjóðar nú íverksetum og nýggjum vinnum í Vágs kommunu ókeypis skrivstovu.

Skipanini gevur íverksetum atgongd til skrivstovupláss, har tað eru skrivstovumøblar, internet, prentari, uppivørpa, og kaffistovu. Harumframt er eisini atgongd til bæði størri og minni fundarhøli.

Skipanin er ætlað nýstovnanum fyritøkum, fyritøkum undir stovnan, nýggjum vinnum os.fr., og kunnu íverksetar fáa atgongd til ókeypis skrivstovu í eitt tíðarskeið frá 1 mánað upp til 12 mánaðir.

Ivast tú, um tú lýkur treytirnar, so er bara at seta teg í samband við Vágs kommunu.

Samstarv við Íverksetarahúsið í Klaksvík
Umframt at geva íverksetum atgongd til ókeypis skrivstovu, so hevur Vágs kommuna eisini skipað samstarv við Íverksetarahúsið, sum førir við sær, at Íverksetarahúsið kemur at verða ráðgevi hjá nýggjum íverksetum í Vági.

 

Eru spurningar ella ivamál, so er at venda sær til Vágs kommunu á tlf. 663000 ella við telduposti á vagur@vagur.fo