Hjálp til nýggj vinnurekandi

Vagur-August-2010

Vágs Kommuna vil fegin virka við til, at nýggjar vinnur og nýggj vinnurekandi fara at virka í Vági.

Ætla tit undir nýggja vinnu ella nýtt felag eru tit vælkomin inn á kommunuskrivstovuna fyri at fáa hjálp við til dømis:

  • at útvega nýtt v-tal frá Taks
  • uppsetan av fíggjarætlan
  • atgongd til Vinnugluggan.fo
  • mvg-skráseting
  • nýtt kontonummar
  • atgongd til Netbanka

Hetta er púra ókeypis !

 

Treytir

Treytirnar fyri at gerast partur av hesari skipan er:

  • Tit mugu ikki hava átt felag fyrr
  • Tit mugu ikki hava verið stjóri ella nevndarlimur í felagið fyrr
  • Tit mugu ikki hava fingið líknandi hjálp frá kommununi fyrr

Í nevndu førum verður mett, at tá eigur neyðug vitan at verða til staðar til fyri at stovna nýtt felag ella nýggja vinnu.

Vágs Kommuna bókar ikki, og setir heldur ikki roknskapir upp fyri vinnurekandi ella onnur.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin at venda sær til Vágs kommunu um hesa skipan.