Ígongdsetanarstuðul

Reglugerð fyri skipanina við Ígongdsetarastuðli
§ 1.
Fyritøkur við heimstaði í Vágs kommunu kunnu søkja Vágs kommunu um at veita stuðul til keyp
av ráðgevingartímum hjá vinnuráðgeva, grannskoðara, sakførara ella øðrum sakkønum fólki.

Stk. 2
Við fyritøku verður skilt m.a. partafelag, smápartafelag, íognarfelag og sjálvstøðug vinnurekandi.

Stk. 3.
Stuðulin kann bara verða latin nýstovnaðum fyritøkum ella fyritøkum undir stovnan. Fyritøkur, sum
hava verið virknar, men eru steðgaðar og nú vilja í gongd aftur, kunnu ikki fáa stuðul.

Stk. 4.
Samanlagt kann sama fyritøka í mesta lagi fáa stuðul á kr. 20.000,- til keyp av ráðgevingartímum.
§ 2.
Stuðulin er treytaður av, at ráðgevin antin er skrásettur, ella at hann á annan hátt formliga hevur
hóskandi førleikan.

Stk. 2.
Stuðul verður latin eftir umsókn á serstøkum umsóknarblað. Einstaki stuðulin er treytaður av, at
rúmd er á tí játtan, sum kommunan árliga setur av til tiltakið.

Stk. 3.
Umsókn verður svarað í seinasta lagi 14 dagar eftir, at umsóknin er latin kommununi.
§ 3.
Í umsóknini skal í minsta lagi vera frágreiðing um:

1. Endamálið við ráðgevingini
2. Endamálið við fyritøkuni
3. Fíggjar- og rakstrarætlan
4. Yvirlit yvir eigaraviðurskifti, nevnd og stjórn.
Henda reglugerð er góðkend á býráðsfundi 21. august 2006 og hevur gildi frá 21. august 2006.

 

Umsóknarblað er her.