Fólkayvirlitið og flyting

Flyting í kommununi 
Fólk, sum skifta bústað í Vágs kommunu, skulu boða Fólkayvirlitinum hjá kommununi frá flytingini.

Flyting úr norðurlondum til Vágs kommunu
Verður flutt úr onkrum av norðurlondunum til Vágs kommunu, skal flytingarskal fyllast út á býráðsskrivstovuni.

Flyting úr Vágs kommunu til norðurland
Verður flutt úr Vágs kommunu til eitt norðurland, skal boðast frá hesum í kommununi flutt verður til.

Flyting úr øðrum landi enn norðurlandi til Vágs kommunu
Verður flutt úr einum landi uttan fyri norðurlond til Vágs kommunu, skal flytingarskjal fyllast út á býráðsskrivstovuni.

Flyting úr Vágs kommunu til annað land enn norðurland
Verður flutt úr Vágs kommunu til eitt land uttan fyri norðurlond, skal boðast frá hjá Fólkayvirlitinum hjá Vágs kommunu.

 

Umsóknarbløð í samband við flyting finnur tú her.