Burturkast

A-Oyrunum

Reglugerð fyri bingjuplássið yviri á Oyrunum.

– Bingjuplássið er bert ætlað vanliga húsarhaldinum
– Virkir, handlar, kioskir, stovnar v.m. kunnu ikki nýta bingjuplássið
– Loyvt er ikki at lata bingjuplássinum størri nøgdir frá eitt nú húsabygging ella umvæling. Størri nøgdir skulu koyrast beinleiðis til IRF í Trøllavík.
– Rusk má bert koyrast á bingjuplássið, tá ið tað er opið.
– Tað er strangliga bannað at koyra nakað burturkast, so sum vembur og annað lívrunnið burturkast aðrastaðni enn á kommunala bingjuplássið.

Brot á hesa reglugerð verður revsað við bót.

 

Upplatingartíðir í bingjuplássinum
Mánadag, ónsdag og fríggjadag
kl. 17:00 – 19:00

Leygardag
kl. 14:00 – 18:00

Týsdag, tórsdag og sunnudag er stongt.

 

Umsjónarfólkið á bingjuplássinum hevur tlf. 239374.