Vatnveiting

Gjogvara

Vágs kommuna leggur stóran dent á, at veita borgarum og fyristøkum sóttreinsað vatn.

Í kommununi eru tvey reinsiverk (eystara og vestara) Vestara reinsiverk veitir sóttreinsað vatn til flest øll húsarhald í kommununi.

Á reinsiverkunum verður vatnið fyrst leitt gjøgnum sandfiltur, síðani verður tað UV-strálað. Vatnið frá eystara reinsiverki er bert ætlað virkjunum á havnalagnum og verður klorað eftir tað er farið gjøgnum sandfiltrið og UV-strálurnar.

Dagligt eftirlit er við vatnreinsiverkunum.

Fyri at tryggja okkum at vatnið lýkur ásett góðskukrøv, verða vatnroyndir tiknar eina ferð um mánaðan. Hesar vatnroyndir blíva tiknar eftir, at vatnið er sóttreinsað. Royndirnar verða sendar víðari til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sum kannar vatnið fyri kemiskan og bakteriologiskan reinleika.

Úrslitið verður sent aftur til Teknisku deild hjá Vágs kommunu. Úrslitini av vatnroyndunum kunnu síggjast her.

Um vatnið ikki lýkur ásettu krøvini, verður borgarin kunnaður.

 

Eitt privat vatnfelag í Vágs kommunu

Eitt privat vatnfelag, Brekkugerðar Vatnfelag, er framvegis í Vágs kommunu. Brekkugerðar Vatnfelag fevnir um umleið 140 húsarhald.