Býráðsfundir

Vágs kommuna

Vágs Býráð hevur vanliga býráðsfund eina ferð um mánaðan. Allir býráðsfundir verða hildnir í býráðssalinum á Kommunuskrivstovuni á Vágsvegi 30 í Vági.

Um eitthvørt mál stingur seg upp, sum býráðið eigur at taka støðu til beinanvegin, verður lýst við eyka-býráðsfundi og er freistin at lýsa eyka fundin tann sama, eins og til vanligan býráðsfund.