Kappróður

Kapprodur 2012

Vágs kappróðrarfelag varð stovnað í juli 1943. Neystið yviri í Líðini bleiv bygt í 1955

Fyrsti kappróðrarbátur hjá felagnum var áttamannafarið Tofta Regin, sum varð smíðaður longu í 1934.

Tofta Regin er nú á privatum hondum, og lat eigarin bátin høvuðsumvæla í 2004. Hetta árið róðu vágbingar 4 FM róðrar við bátinum, sum tá var 70 ára gamalur.

Felagið er væl fyri við bátum, og sigast kann ,at ein nærum nýggjur bátur er av hvørjari bátastødd.

10-mannafør:
Vágbingur, smíðaður í 1968 av Niclas í Koltri
Vágbingur, smíðaður í 2000, av Kaj Hammer
Vágbingur, fyrrverandi Kjølur úr Kollafjørði, keyptur til Vágs í 2005. Smíðaður í 1997. Hetta var fyrsti báturin sum Sámal Hansen smíðaði.

6-mannafar:
Smyril, smíðaður í 2003 av Sámal Hansen.

5-mannafør:
Royndin Fríða, smíðað í 1998 av Kaj Hammer.
Royndin Fríða, smíðað í 2004 av Sámal Hansen.

Síðan 1973, tá skipaður FM róðurin byrjaði, hevur felagið vunnið 5 FM heitið:

1980 Vágbingur, 10 mannafør menn
1982 Smyril, 6 mannafør kvinnur
1994 Royndin Fríða, 5 mannafør dreigir
2002 Smyril, 6-mannafør menn.
2003 Smyril, 6-mannafør menn.

Í 2012 varð farið undir samstarv um felags 10. mannafar í Suðuroynni, Suðuroyingur, sum eisini vann á jóansøku í Vági í 2012.