Kvøldskúlin

Vags-kvoldskuli

Vágs kommuna hevur eina kvøldskúlaskipan.

Kvøldskúlaskipanin byggir, sum aðrar kvøldskúlaskipanir í landinum, á stuðul frá Mentamálaráðnum.

Stuðulin frá Mentamálaráðnum er uml. 150.000,- kr. og somu upphædd letur Vágs kommuna eisini.

Kvøldskúlatilboðini eru skiftandi frá einum ári til annað.

Leiðari fyri Vágs Kvøldskúla er Sølvi Andreasen, tlf. 269567.