Musikkskúlin

Musikkskulin-Famjin-2012

Musikkskúlin í Suðuroy bjóðar sang – og ljóðføriðsundirvísing. Undirvísingin i Vági er í hølum musikkskúlans, sum á Vágsvegi 46 (í Framtíðini).

Hvør næmingur fær 30 min. undirvísing. Eisini bjóðar musikkskúlin samspæl og kórsang sum vanligan part av undirvísingini.

Undirvíst verður í hesum ljóðførum:

Floytu, Saxofon, Klarinett

Messing: Horn, Trompet, Trombone, Baryton, o.s.fr.

Tangentar o.a.: Orgel, Klaver, Gittar, Trummur, sang

Tað er møguligt at leiga floytu, saxofon, klarinett og messingljóðførið. Fyri at vita meira ella fyri at melda til, ber til at seta seg í samband við Kára Jacobsen, leiðara, á tlf. 22 33 42 ella umvegis teldupost á sumusikk@gmail.com.

Heimasíðan hjá Musikkskúlanum er www.sumus.fo og har eru eisini tilmeldingarskjøl og onnur kunning.

Suðuroyar Musikkskúli er eisini á facebook: https://www.facebook.com/suduroyarmusikkskuli