Heimatænastan

Heimatænastan í Suðuroy fevnir um allar bygdirnar í Suðuroynni og er økið býtt uppi tvey øki: Sunnaru helvt og Norðaru helvt.

Sunnara helvt umfatar bygdirnar Hov, Porkeri, Vág, Lopra, Akrar og Sumba. Heimasjúkrarøktarfrøðingarnar hava skrivstovu og viðgerðarhøli í Heilsumiðstøðini í Vági, og heimahjálpararnir hava bólkahøli sama stað.

Norðara helvt umfatar bygdirnar Sandvík, Hvalba, Tvøroyri, Øravík og Fámjin. Heimasjúkrarøktarfrøðingarnar hava skrivstovu og heimahjálpararnir bólkahøli í somu húsum á Tvøroyri. Harafturat hava heimahjálpararnir bólkahøli í “Gamla skúla” í Hvalba.

Økisskrivstovan er í Vági.

Í økinum starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heima- og heilsuhjálparar og ein økisterapeutur.

Fyrispurningar um heimahjálp, heimasjúkrarøkt og økisterapi kunnu setast til økisskrivstovuna.

Trý eldrasambýli eru í økinum. Er tørvur á búplássi í eldrasambýli, fæst eitt umsóknarblað at fylla út. Tá pláss er á einum Eldrasambýli, verður altíð tikin støða eftir tørvinum hjá umsøkjaranum í verandi løtu, og tí er ikki møguligt at siga, hvar í røðini ein er á bíðilistanum.