Barnaansing

Dagstovnaokid

Tann kommunala barnaansingin hjá Vágs kommunu byrjaði í 1987, tá ið dagrøkt varð sett á stovn.

Í dag fevnir tann kommunala barnaansingin um dagrøkt, barnagarð og vøggustovu, og um frítíðarskúla.

Nýggi dagstovnurin, Eikilund, varð tikin í nýtslu í mai 2013.

 

Barnaansingin og gjøld frá 1. januar 2017

• Dagrøkt fulla tíð 1.550,- kr. í 11 mánaðir, juli fríur
• Dagrøkt hálva tíð 750,- kr. í 11 mánaðir, juli fríur
• Barnagarður fulla tíð 1.800,- kr. í 11 mánaðir, juli fríur
• Barnagarður hálva tíð 900,- kr. í 11 mánaðir, juli fríur
• Vøggustova fulla tíð 1.800,- kr. í 11 mánaðir, juli fríur
• Vøggustova hálva tíð 900,- kr. í 11 mánaðir, juli fríur
• Frítíðarskúli 1.000,- kr. í 10 mánaðir, juli og august fríur

Hóast nevndu gjøld, so er eitt mesta gjald ásett pr. familju, soleiðis at hvør familja ongantíð kann rinda meiri enn 3.500 kr. um mánaðin í barnaansing.

 

Konto-nr.

Vágs kommuna hevur konto (Suðuroyar Sparikassi) 9870 – 100.157.5.

 

Systkinaavsláttur

Foreldur gjalda fult ansingargjald fyri 1. og 2. barnið, fyri 3. barnið er gjaldið 50% og fyri 4. barnið 25% av fullum kostnaði.

 

Samband

Leiðari fyri dagstovnin Eikilund, við vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla, er Anna Maria E. Jacobsen, fartlf. 239343 og t-postur: eikilund@vagur.fo.

Leiðari fyri dagrøktina er Irdi Bjarkhamar, fart. 239341 og t-postur: dagrokt@vagur.fo
Spælistovan, Skálalund, hevur t-post adressu: skalalund@vagur.fo

 

Innskriving til barnaansingina

Innskriving til barnaansingin fer fram á heímasíðuni, beinleiðis leinkja her.