Endurnýtsla

Endurnytslu-bingjan

Grøni bólkur hjá Vágs kommunu hevur nú fingið til vega bingju, sum er upp á bingjuplássinum (ruskplássini) í Vági til endurnytslua av tí, sum er ov gott at beina burtur.

Bingjan er ætlað til lutir, sum eru ov góðir at beina burtur, og sum onnur kundu fingið gleði av.

Bingjan er opin somu upplatingartíðir sum bingjuplássi, og skal brúkast í samráð við umsjónarfólkið á staðnum. Lutir, t.d. ting, møblar o.l., sum verða mett at kunna brúkast, verða goymd í bingjuni í 2 vikur. Aftaná 2 vikur verða hesi burturbeind av starvsfólkinum á umhvørvisplássinum.

Lutirnar, sum verða settir í bingjuna, eru fólk vælkomin at fáa sær heim við. Tað kemur meira enn so fyri at góðir lutir fara burtur saman við ruskinum, og eisini lutir, sum bert krevja smávegis ábøtur. Hesir kunnu onnur nú fáa gleði av.

Bingjan er partur av átøkunum hjá Grøna bólki hjá Vágs kommunu, sum hevur til endamáls at arbeiða við burðardygd og umhvørvisvernd, og at tilvita borgarirnir um hvat hvør einstakur kann gera fyri umhvørvi.