Søga

Vagur-gomul-mynd

Brot úr Vágs søgu
Við lóg nr. 30 frá 28. februar 1872, sum kom í gildi 1. oktober 1873, fingu Føroyar eina kommunuskipan, sum býtti landið sundur í kommunalar eindir. Suðuroyar sýsla gjørdist ein kommuna við navninum “Forstanderskaber for de forenede Sogne i Suderøes Præstegjeld”. Øll Suðuroyggin var soleiðis ein kommuna, men hvør sókn var tó ein sjálvstøðug eind við sínum egna roknskapi.

Longu í 1878 fór Hvalbiar sókn burturúr felagskommununi, og árið eftir fór Froðbiar sókn burturúr. Hinar sóknirnar í oynni, Fámjins sókn, Porkeris sókn, Vágs sókn og Sumbiar sókn vórðu verandi eftir í felagskommununi inntil 1907, tá ið Vágs sókn fór burturúr, og árið eftir fóru hinar sóknirnar burturúr.

Vágur tók seg burturúr felagskommununi við gildi frá 1. oktober 1907. Hetta var ein ynskidreymur, sum nú var gingin út, og beinanvegin varð farið til verka. Her varð hugsað um vegir, byggigrundir, havnina, skúlan og annað, sum var bygdini at frama.

Brot úr bókini Vágs Kommuna 1873-1929 eftir Poul Andreassen. Bókin er hin fyrsta í røðini av triðum.