Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Ynski rættvísa skipan, ikki at krevja frá øðrum!

16. december 2015

Vágs Havn 2013

Nú er ikki ætlanin at fara í orðadrátt við Tórshavnar Havn, Tórshavnar kommunu og Heðin Mortensen um spurningin um vøru- og framleiðslugjald. Men tá Tórshavnar kommuna og borgarstjórin í viðmerking til m.a. mítt lesarabræv bert vísa á partar av veruleikanum í dag, so má eg gera nakrar rættleiðingar og nøkur ískoyti.

Tað er rætt, at havnir, har fiskur verður uppskipaður, kunnu krevja eitt landingargjald. Men við teirri miðsavnan av landingarhavnum, sum er farin fram seinastu árini, fer stórur partur av landaða fiskinum um einstakar havnir – og ikki sum fyrr, tá fiskur fór inn um flestar keikantar í landinum, har framleiðsla var.

Hóast hetta, so er framvegis fiskaframleiðsla á flestu havnaøkjum kring landið.

Hetta merkir so aftur, at nógv rávøra, bæði fiskur og fiskaúrdráttir, verður flutt í lastbilum og bingjum frá landingarmiðstøðini til framleiðslustaðin. Tí er tað ongin sjálvfylgja, at eitt uppskipingargjald er knýtt at framleiðsluni á einum fiskavirki í dag. Harumframt er tað einki uppskipingargjald á t.d. laksi, so har er heldur onki gjald “inn um keikantin” til framleiðslustaðin.

Verður Vág brúkt sum dømi, so er í Vági eitt laksa-sláturvirki, eitt turkivirki, eitt slógvvirki, og eitt vanligt fiskavirki, sum einamest framleiðir til heimamarknaðin. Galdandi fyri bæði laksavirki, turkivirki og slógvvirki er, at øll rávøran verður flutt til virkini við lastbili ella í bingjum eftir landsvegnum. Sostatt er onki uppskipingargjald knýtt at virkseminum á hesum virkjum. Og tá at kalla øll lidna vøran eisini verður flutt úr Vági við bingjum eftir landsvegnum, so er heldur einki avskipingargjald / vørugjald út um keikantin. Somu viðurskifti eru t.d. galdandi fyri Rock Trawldoors, har øll rávøran (jarn) verður flutt inn um Tórshavnar havn og fraktað suður við Smyrli og eftir landsvegnum til Vágs – og lidna vøran fer sama veg norðuraftur og til avskipingar um Tórshavnar havn.

Við øðrum orðum, so fellur at kalla ongin inntøka av uppskipingargjaldi og ongin inntøka av avskipingargjaldi / vørugjaldi um keikantin til Vágs kommunu, hóast stórt virksemi er á vinnuøkinum á havnalagnum. Og er hetta, sum nevnt, ein støða, sum er galdandi í nógvum havnum kring landið.

Í Vági og á øllum havnaøkjum kring landið (har vinnuøkini vanliga eru) hava kommunurnar staðið fyri útbyggingunum. Tað er sostatt onki óvanligt, at Tórshavnar havn rindar fyri egnar havnaútbyggingar. Tað óvanliga er, at tað í dag bara er Tórshavnar havn, sum fær meginpartini av inntøkunum av vøruni, sum verður framleidd til útflutnings í Føroyum. Fyrr fingu allar stóru havnirnar vørugjald, tí farmaskipini sigldu á havnirnar eftir vøru, sum í dag verður flutt til Havnar eftir landsvegnum.

–Og tað er hesa skipan eg mæli til at broyta!

Spurningurin er ikki um at fáa eitt krevja eitt gjald frá Tórshavnar havn ella taka burturav frá øðrum havnum. Spurningurin er um at fáa broytt verandi vørugjald aftur til eina skipan við tveimum gjøldum, einum framleiðslugjaldi og einum vørugjaldi, soleiðis at talan verður um eina fyri allar kommunur í landinum rættvísa skipan, har framleiðslustaðurin fær eitt gjald og avskipingarstaðurin fær eitt gjald.

 

Dennis Holm, borgarstjóri

Vágs kommuna

Last modified: 16. december 2015