Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Vøktur í skatti og fólkatali

2. september 2016

cof

Skattainntøkurnar hjá Vágs kommunu fyrstu 8 mánaðirnar í 2016 eru 11,6% hægri enn fyrstu 8 mánaðirnar í 2015. Talan er um vøkstur á umleið 2,9 mió. kr.

Fyrstu 8 mánaðirnar í 2016 hevur Vágs kommuna fingið góðar 27,7 mió. kr. inn í skatti. Sama tíðarskeið í 2015 fekk Vágs kommuna 24,9 mió. kr. inn í kommunuskatti. Talan er um ein vøkstur á 11,6% ella 2,9 mió. kr.

Umframt góðu gongdina í skattainntøkunum, so er fólkatalið í Vágs kommunu eisini vaksið nakað seinastu 3 árini. Í juni 2013 búðu 1.298 fólk í Vágs kommunu. 1. september í ár var fólkatalið í Vágs kommunu 1.349, ella 51 fleiri enn fyri 3 árum síðani, ein vøkstur á 3,9%.

Lagt eigur at verða tilmerkis, at tað ikki er óhugsandi, at fólkatalið fer at minka nakað í september í samband við at ungdómar flyta til Havnar ella av landinum í útbúgvingarørindum.

 

Last modified: 3. september 2016