Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

VK-7 í Vági leygardagin

7. marts 2014

hvistan-kapping

Sjeynda kappingin í vetrarskráini hjá FÍF verður í Vági leygardagin 8. mars.

Kappingin, ið Rørslufelagið Hvistan skipar fyri, byrjar leygardagin kl.11.00 við Vágs Høll. Tað verður kappast í øllum aldursbólkum. Børnini renna um vatnið, og verður runnið trý umfør. Unglingar og vaksin renna ein umleið 8 km. tein. Byrjað og endað verður við vatnið. Runnið verður til trýkantin, síðan verður snarað til høgru og runnið verður út eftir Líðarvegi, út á Núp og aftur.

Eftir lokna renning bjóðar Hvistan suppu, kaffi og køku. Heiðursmerkir verða handaði nr. 1, 2 og 3 í ymisku kappingarbólkunum.

Ein teknar seg til kappingina við at trýsta her: Kostnaðurin fyri luttøku er 50,- kr fyri vaksin og 20,- fyri børn. Heintan av startnummari og rindan av luttøkugjaldi fer fram í Vágs Høll í seinasta lagi 15 min. undan kapping.

Til ber eisini at melda til á staðnum hálvan tíma undan kapping. Kostnaðurin er tá 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri børn.

Umframt sjálva kappingina, verður motiónsrenning fyri tey, ið bert ynskja at røra seg. Tá nýtist einum ikki at melda til.

Heitt verður á bilførarar um at vísa teimum rennandi stóran ans.

 

Mynd: Osla Christensen, Rørslufelagið Hvistan

 

Last modified: 7. marts 2014