Tekniska deild hjá Vágs kommunu er farin undir at gera broytingar og tillagingar á vegamótinum Vágsvegur, Marknoyrarvegur, Toftavegur – við sonevnda “vendiplássið hjá Karl Olsen”.
Í stuttum fevnir arbeiðið um broyting, soleiðis at ein rundkoyring verður gjørd á vegamótinum. Harumframt verður parkeringsøkið eisini broytt, soleiðis at parkeringsbásarnir koma at venda út ímóti vegnum.
Arbeiðið er ígongd og heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi og taka atlit til broytingarnar, vegamerkingar og skelting.
Gongst sum ætlað verður komið á mál við broytingunum seint seinnaparin týsdagin 1. oktober.
Broytingarnar á vegamótinum er fyri at bøta um ferðslutrygdina og liður í ferðlutrygdarætlanini hjá Vágs kommunu. Broytingarnar eru viðgjørdar av Teknsku nevnd og Ferðlunevndini, sum hava samtykt at fremja broytingarnar.
Last modified: 30. september 2019