Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Virksemi á dagstovnaøkinum skert

12. marts 2020

Virksemi á dagstovnaøkinum skert frá fríggjadegnum 13. mars 2020 og í fyrstu atløgu í 14 dagar fram.

Frá mánadegnum verður dagstovnavirksemi bert opið fyri børn, hvørs foreldur skulu røkja arbeiðsligar skyldur, ið neyðugar eru í samfelagnum, og tí hava tørv á dagstovnavirksemi til teirra børn.

  • Hetta er galdandi fyri børn í vøggustovu og barnagarðs aldri, sum lúka krøvini omanfyri.
  • Børn í forskúlaaldri kunnu koma í forskúla fyrrapart og í frítíðarskúla seinnapart, um tey lúka krøvini omanfyri.
  • Børn í frítíðarskúlaaldri, 1. og 2. flokkur, kunnu koma í skúla fyrrapart og í frítíðarskúla seinnapart, um tey lúka krøvini omanfyri
  • Frítíðartilboði til 3. floks børn, kunnu koma í skúla fyrrapart og í frítíðartilboð seinnapart, um tey lúka krøvini omanfyri

Í hesum sambandi skulu foreldur, ið hava tørv á dagstovnatilboði, boða frá hjá dagstovnaleiðaranum, nær tey hava tørv á dagstovninum og við hvørji orsøk. Hetta skulu foreldur gera í seinasta lagi kl. 13. fríggjadagin 13.03.2020, so virksemi kann skipast.

Dagstovnaleiðarin á hvørjum stovni skipar virksemi soleiðis, at hesi eru undir mest møguligari trygd og til minst møguligan ampa fyri børn og starvsfólk.

Leiðarar á dagstovnaøkinum eru:

Anna Maria E. Jacobsen, tlf. 239343

Irdi Bjarkhamar, tlf. 239341

Last modified: 12. marts 2020