Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Virkið samstarv við lesandi

8. april 2013

LesandiSeinastu mánaðirnar hevur Vágs kommuna arbeitt miðvíst við at knýta samband við vágbingar undir útbúgving.

Kommunan hevur nú knýtt samband við umleið hálvthundrað vágbingar, sum eru undir útbúgving í Føroyum og uttanlands.

Nú netverkið er skipað, er farið undir at skipa eitt virkið samstarv millum lesandi og Vágs kommunu.

Hetta fram til summarfrítíðina verður skipað fyri ymiskum tiltøkum, har m.a. vágbingar undir útbúgving uttanlands fáa møguleika til at geva teirra boð uppá hvørji viðurskifti hava týdning, tá umræður at menna í Vág og Suðuroynna.

Harumframt bjóðar Vágs kommuna eisini lesandi hjálp at finna praktikk pláss. Nógvar útbúgvingar hava innbygt ein praktik part, eina starvsvenjing. Nú kunnu lesandi venda sær til Vágs kommunu og at fáa hjálp til at finna praktikk pláss í Suðuroynni. Lesandi, sum hava áhugað í hesari tænastu, kunnu venda sær til Vágs kommunu á vagur@vagur.fo ella á tlf. 733000.

 

Last modified: 8. april 2013