Vinnumenningarbólkurin hjá Vágs kommunu er nú farin undir at fyrireika virksemi í komandi ári.
Á fundi í farnu viku viðgjørdi Vinnumenningarbólkurin hjá Vágs kommunu ætlaninar fyri fyrra hálvár 2014. Á fundinum varð gjørt av, at skipa fyri einum vinnu-fundi í seinnu helvt av januar 2014. Endamálið við vinnu-fundinum verður m.a. saman við vinnuni at seta gongd á at vinnan og býurin kann ganga framtíðar avbjóðingum í møti.
Nærri verður kunnað um vinnu-fundin seinni.
Í Vinnumenningarbólkinum sita:
Dennis Holm
Poul Augustinssen
Olgar Mortensen
Tórður Poulsen
Anna Brattaberg Samuelsen
Last modified: 5. november 2013