Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Víðka um kirkjugarðin í Vági

28. oktober 2019

Nú er arbeiðið við at víðka kirkjugarðin inni í Líðini farið ígongd.

Vágs kommuna ognaði sær í 2015 og 2016 stykkini eystanfyri kirkjugarðin í Líðini, soleiðis at farast kirkjugarðurin í Líðini kann víðkast.

Kirkjugarðurin í Líðini varð annars vígdur og tikin í nýtslu í 1970 og er síðani víðkaður eystureftir og omaneftir. Og nú verður kirkjugarðurin so enn einaferð víðkaður eystureftir, hetta í tráð við fíggjarætlanina fyri 2019, har játtan er sett av til at víðka kirkjugarðin.

 

Last modified: 28. oktober 2019