Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Videofundir ókeypis til vinnulívið

17. marts 2014

Videofundir

Á Fjarlestrardeplinum í Vági eru sett upp skipan við Videofundum, sum vinnulívið í Vágs kommunu kann brúka ókeypis.

Skipanin við Videofundum verður brúkt í samband við fjarlestur á Fróðskaparsetri Føroya – í løtuni eru tað lærara og námsfrøði lesandi, sum royndarkoyra fjarlestur við skipanini við Videofundum.

Men Videofundir er eisini ein skipan, sum er góð at brúka til fundar virksemi, antin tað er hjá einstaklingum, fyritøkum, stovnum ella øðrum, sum skulu hava fundir við fólk ella fyritøku aðrastaðni í landinum (ella uttanlands).

Við Videofundum er góður møguleiki at spara nógva tíð. Oftani brúka suðuroyingar ein heilan dag til ein fund í t.d. havn, sum er t,d, 2 tímar til longdar. Við Videofundum verður ikki brúkt óneyðug tíð at ferðast til og úr Havnini, og bíða áðrenn og eftir fundin.

Fyritøkur í Vágs kommunu, sum hava áhugað í at brúka Videofundir, kunnu seta seg í samband við Vágs kommunu, og gera avtalu um brúka av hølum og skipan. Tænastan er sum nevnt ókeypis.

Á heimasíðuni videofundir.fo (niðast) er eitt yvirlit yvir hvørja fyritøkur og stovnar hava skipanina við Videofundum í løtuni.

 

 

Last modified: 17. marts 2014