Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Vegurin niðan á Eggjarnar dagførdur

11. september 2019

Eggjarnar í Vági teljast helst millum mest vitjaðu náttúruperlur í Suðuroynni. Í vár varð kikari settur upp uppi á Eggjunum og eitt innigyrt økið er eisini gjørt, soleiðis at vitjandi trygt kunnu njóta útsýnið á Eggjunum. Hetta hevur eisini økt um talið av ferðandi niðan á Eggjarnar.

Við vaksandi ferðafólkatali í Suðuroynni seinastu árini, er ferðslan niðan á Eggjarnar eisini vaksin stútt og setur hetta eisini krøv til vegatkomuna niðan á Eggjarnar.

Vegurin niðan á Eggjarnar hevur verið slitin. Seinastu árini eru eisini gjørdar nakrar ábøtir á vegin. Í summar er hildið áfram við tí arbeiðinum. Og nú er ein munandi partur av vegnum er dagførdur. Veitirnar framvið vegnum eru eisini grivnar upp, soleiðis at vatn setur av vegnum og niður í veitina; hetta sparir eisini uppá slit av vegnum. 

Hóast vegurin nú er dagførdur, so er enn ikki komið heilt á mál við dagføringunum. Partar av vegnum krevja framvegis ábøtur og er hetta eisini á skrá á teknisku deild hjá Vágs kommunu.

 

Last modified: 11. september 2019