Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Vatnveitingin: Varandi loysn ávegis

1. juli 2015

Grevstur-haganum-vatn

Seinastu 2½ árini hevur verið arbeitt miðvíst við at betra um vatngóðskuna í Vágs kommunu. Um alt gongur sum ætlað, so verður komið á mál við hesum arbeiði seint í summar / tíðliga í heyst.

Avbjóðingarnar við vatnveitingini hjá Vágs kommunu eru fleiri.

Høvuðsavbjóðingin er, at rávatnið í tíðarskeiðum av árinum er av vánaligari góðsku. Grevsturin hjá SEV í haganum (sí myndirnar), sum er høvuðs-uppland til vatngoymsluna, Gjógvarábrunnin, við Vestara reinsiverk, hevur gjørt støðuna verri enn hon hevur verið vanlig ár. Góðskan á rávatninum er serliga vánalig, tá tað regnar illa, og er hetta eisini orsøkin til at vatngóðskan hevur verið ivasom seinastu tíðina.

Umframt avbjóðingina við rávatninum, so hevur vatnnýtslan hjá Vágs kommunu verið óvanliga høg. Eitt miðvíst arbeiðið hevur verið gjørt fyri at finna lekar og hetta hevur eisini ávirka vatnnýtsluna.

Vágs kommuna hevur biðið Martin E. Leo, verkfrøðing, um at gera uppskot um eina varandi loysn á trupulleikanum viðv. góðskuni av rávatninum. Hendan loysnin inniber, at farið verður burtur frá haganum sum uppland fyri vatngoymsluna, og ístaðin verður farið niðan á Miðvatn eftir vatni.

Gongst sum ætlað, so verður komið á mál við hesum arbeiði seint í summar / tíðliga í heyst, og fæst tá ein varandi loyns á vatnveitingini hjá Vágs kommunu.

 

Last modified: 1. juli 2015