Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Varandi drekkivatns-loysn ávegis

14. juni 2016

Miðvatn - Byrgingin4

Í longri tíð, alt hetta býráðsskeiðið og ár undan tí við, hevur verið arbeitt við loysa avbjóðingarnar, sum til tíðir eru við drekkivatninum í Vági. Avbjóðingarnar hava m.a. fevnt um, at góðskan av drekkivatni ávísar tíðir av árinum hevur verið ivasom, hóast drekkivatnið hevur verið bakteriu-frítt.

Høvuðsorsøkin til trupulleikan er, at upplandi fyri rávatnið hevur verið í haganum, har SEV eisini hevur grivið. Hesin grevstur hevur ávirkan á rávatnsgóðskuna, og tá útlit ikki vóru fyri, at støðan fór at gerast betur, var í fjør gjørt av at fara niðan á Miðvatn eftir vatni.

Hetta arbeiðið byrjar í fjør-summar og í vár varð komið á mál og bundið í Miðvatn. -Og higani er drekkivatn til húsarhald og vinnulívið í Vágs kommunu so komið síðan seinnu helvt av mars, sjálvsagt umvegis Vestara og Eystara reinsiverk.

 

Vatnið á Miðvatnið gott

Nakrar avbjóðingar hava tó verið í samband við umleggingina, og hevur verið arbeitt við at loysa hesar avbjóðingar.

Vatnroyndir eru tiknar av Miðvatni, av Eystara reinsiverki og av Vestara reinsiverki. Royndirnar av Miðvatni og Eystara reinsiverki hava verið góðar, meðan tað í seinastu vatnroynd av Vestara reinsiverki hevur verið ávíst eitt vet av bakterium.

Í samráð við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna verða nakrar smærri dagføringar gjørdar í Vestara reinsiverki, sum væntandi fer at loysa trupulleikan.

 

Kókið vatnið

Men inntil nýggj vatnroynd fyriliggur, har drekkivatnið frá Vestara reinsiverki er bakteriufrítt, verður rátt brúkarum til at kóka vatnið, inntil lýst verður aftur.

Dagføringarnar á Vestara reinsiverkið verða framdar hesa vikuna (viku 24), og verður nýggj vatnroynd send Heilsufrøðiligu Starvsstovuni tá dagføringarnar eru gjørdar.

 

 

Last modified: 14. juni 2016