Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Várdagar í Vági – Plantupakkin

17. maj 2021

Í samband við Várdagarnar i Vági, so bjóðar kommunan borgarum ókeypis plantupakka frá Skógrøkt Landsins og træspónir.

Plantupakkin hesa fer inniheldur:

  • Kina Rønn (Sorbus vilmorinii):  Lágvaksið leyvfellandi træ, ið ber ljósareyðar blómur í juni, ið seinni gerast til nógv myrkt reyð ber.  Vakran reyðan heystlit.
  • Heba (Hebe cockayniana): Sera harðbalin, lágvaksin veturgrønur runnur, hvítar blúmur um jóanssøkutíð. Lin tilskering eftir blómingina heldur runnin vakran og tættan. 
  • Ný Sælendsk Kristtorn (Oleraia macrodonta): Hávaksin veturgrønur runnur ella lítið træ, við nógvum væl angandi hvítum blómum í juli. Krevur eitt ljóst vakstrarstað.  

Plantupakkin verður útflýggjaður ónsdagin og tórsdagin teimum, sum hava bílagt sær ein, uttanfyri Miðlatún.

 

Last modified: 17. maj 2021