Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Valstaður løgtingsvalið 2015

10. august 2015

Løgtingsval-Vágur-2011

Atkvøðugreiðslan í Vágs kommunu á løgtingsvalinum týsdagin 1. september 2015 verður í samkomuhøll skúlans.

Atkvøtt verður frá

kl. 10.00 til kl. 20.00
ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Veljarar, íð sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu greiða atkvøðu á Býráðsskrivstovuni ella í Miðlatúni til og við mánadagin 31. august 2015 kl. 16.00.

Tey, íð vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við dagin fyri valið. Boðað má verða frá til Býráðsskrivstovuna tlf. 663000 í seinasta lagið kl. 15.00 henda dagin.

Valkort verða send øllum teimum, íð standa á vallistanum. Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til Býráðsskrivstovuna sum skjótast.

Valstýrið í Vági

Last modified: 10. august 2015