Sum vanligt er, so eru nógvar valplakatir eru hongdar upp kring um í kommununi, ikki minst nærhendis valstaðið. Sambært Løgtingslóg um val til Føroya Løgting, so skal valnevndin síggja til, at veljararnir ikki verða órógvaðir ella ávirkaðir av valagitatión ella øðrum í valhølinum, ella beint við valhølið.
Í tráð við hetta minnir valnevndin flokkarnar og valevnir á, at tað er ikki loyvt at hongja plakatir og aðra valagitatión upp á matriklinum hjá sjálvum valstaðnum, sum í Vágs kommunu er í Vágs Skúla.
Tilvildarlig mynd.
Last modified: 29. august 2019