Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistin til kommunuvalið tann 8. november 2016 liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í Vági frá mánadegnum 10.oktober til fríggjadagin 21. oktobur 2016 í vanligari avgreiðslutíð.
Kæra um at onkur av órøttum er komin á listan ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin verða send býráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.
Til kommunuvalið verða valkort nýtt, og verða hesi send veljarum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur undan valinum, og skal veljarin hava valkortið við sær, tá ið valt verður.
Vágs Býráð
Last modified: 3. oktober 2016