Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Val av foreldraumboðum í skúlastýrið

14. oktober 2016

Vágs-skuli

Val av foreldraumboðum í skúlastýrið fyri Vágs skúla og fráboðan um uppstillingarfund:

Veljast skulu 3 foreldraumboð í skúlastýrið fyri Vágs skúla

Val til skúlastýrið verður týsdagin 8. november 2016 kl. 10:00 til 20:00 í Vágs skúla.

Valrætt og valbæri til skúlastýrisval hevur hvør tann, sum hevur foreldramyndugleika yvir barni, sum er skrivað inn í skúlan. Og foreldur at barni, sum komandi skúlaár flytur í annan skúla.

 

Vallistin liggur frammi á kommunuskrivstovuni frá týsdegnum 18. oktober til 1. november 2016.

Fólk, sum ikki eru á vallistanum, og sum hava valrætt og valbæri, skulu venda sær til formannin í valnevndini í seinasta lagi 7 dagar undan valinum við undirskrivaðari váttan fyri at koma á vallistan.

 

Uppstillingarfundur verður í Vágs skúla – Auluni týsdagin 18. oktober kl. 19:30.

Uppskot um valevni skulu verða nevndarformanninum í hendi í seinasta lagið kl. 18 sjey dagar undan valdegnum.

 

Vágs Býráð

Last modified: 14. oktober 2016