Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

DAGFØRT! Vágur ruddar og bjóðar summarinum vælkomnum

30. april 2014

Vagsfjordur

DAGFØRT VIÐ SKRÁ! Leygardagin 3. mai 2014 verður ruddingardagur í Vági, samstundis sum Vágur bjóðar summarinum vælkomnum.


Dagurin byrjar við morgunmati í Gamla Posthúsi, sum í summar letur upp sum bókasavn og kunningarstova. Hetta verður sostatt eitt gott høvið hjá vágbingum at síggja hvussu húsið kemur at síggja út, tá tað letur upp í summar.

Morgunmaturin er frá kl. 8.30 til kl.9.00. So verður farið at rudda. Í Gamla Posthúsi eru ruskposar og handskar, sum fólk kunnu taka við sær, tá farið verður at rudda.

Ruddingin verður skipað kring allan býin og lagt er upp til, at fólk í ymisku býlingunum rudda í egnum nærumhvørvi.

Ruddingardagin fara okur at taka upp tað, sum liggur og rekst runt í kommununi. Hetta merkir eisini, at ruddingardagurin ikki er ætlaður sum eitt høvið hjá fólki at tøma kjallarar og hjallar og annað.

Ruddað verður fram til middags – og tá verður bjóðað suppa í Gamla Posthúsi.

Leygardagin 3. mai 2014 verður ruddingardagur í Vági, samstundis sum Vágur bjóðar summarinum vælkomnum.

Skráin fyri dagin er hendan:
Kl. 8.30 – kl. 9.00 Morgunmatur í Gamla Posthúsi
Kl. 9.00 Farið verður at rudda (posar og handskar fáast í Gamla Posthúsi)
Kl. 12.00 Suppa í Gamla Posthúsi
Kl. 13.00-18.00 Ókeypis svimjing í Vágs Svimjihøll
Kl. 13.30 FC Suðuroy – NSÍ, 1. deild
Kl. 15.30 FC Suðuroy – Giza, 2. deild
Kl. 15.00-17.00 Ruth Smith Savnið opið
Kl. 15.00-17.00 Savnið í Gamla Skúla opið
Kl. 18.00 Handlarnir lata aftur

Um ruddingina
Ruddingin verður skipað kring allan býin og lagt er upp til, at fólk í ymisku býlingunum rudda í egnum nærumhvørvi.

Ruddingardagin fara okur at taka upp tað, sum liggur og rekst runt í kommununi. Hetta merkir eisini, at ruddingardagurin ikki er ætlaður sum eitt høvið hjá fólki at tøma kjallarar og hjallar og annað

Tá posar eru fyltir, verða teir settir framvið høvuðsvegnum í grannalagnum.

 

 

Last modified: 20. oktober 2014