Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Vágur ruddar og bjóðar summarinum vælkomnum

29. april 2015

Ruddingardagur2014 (27)

Leygardagin 2. mai 2015 verður ruddingardagur í Vágs kommunu, samstundis sum Vágur bjóðar summarinum vælkomnum.


Dagurin byrjar við morgunmati í Framtíðini, sum verður frá kl. 8.30 til kl. 9.00.

So verður farið at rudda. Í Framtíðini eru ruskposar, sum fólk kunnu taka við sær, tá farið verður at rudda.

Ruddingin verður skipað kring allan býin og lagt er upp til, at fólk í ymisku býlingunum rudda í egnum nærumhvørvi.

Ruddingardagin fara okur at taka upp tað, sum liggur runt í kommununi. Hetta merkir eisini, at ruddingardagurin ikki er ætlaður sum eitt høvið hjá fólki at tøma kjallarar, hjallar og annað.
Ruddað verður fram til middags, og tá verður bjóðað suppa í Framtíðini.

Bjóða summarinum vælkomnum
Seinnapartin leygardagin hava handlar longi opið, og í Vágs Svimjihøll bjóðar Vágs kommuna ókeypis svimjing.

Á hendan hátt fara okur at bjóða summarinum vælkomnum.

 

Last modified: 29. april 2015