Vágs Skúli
Í Vágs skúla verður undirvíst frá 1. til 10. flokk. Í framhaldsdeildini ganga næmingar úr allari sunnaru helvt av Suðuroy.
Í skúlanum eru 14 floksstovur og 9 serhølir, ið fevna um lærugreinarnar, alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði, kunningartøkni, køk, hondarbeiði/evning, sang, film og serundurvísing. Í skúlanum eru eisini fimleikarhøll og skúlabókasavn.
Týsdag og tórsdag er lektiukafé í Vágs skúla. Lektiukafé'in er ætlað næmingum í 1. til 10. flokk. Lektiukafe’in er avmarkað til at veita hjálp til lærugreinirnar føroyskt, danskt, enskt og støddfrøði.
Lektiukafé’in heldur til í innastu stovu, á niðara gangi, í nýggja skúla.
Upplatingartíðir
Lektiukafé’in er opin týsdag og tórsdag millum kl. 12.35 og 15.00.
Bústaður: Vágsvegur 32
Telefon: 373460
Teldupostur: vag@skulin.fo.
Tilber at vitja heimasíðuna hjá Vágs Skúla her.