Vágs kommuna - Vágsvegur 30 - Tlf. 663000 - email: vagur@vagur.fo

Vágs Skúli stórfingna gávu frá íslendskum pari

8. juni 2017

Vágs Skúli fekk í dag eina stórfingna gávu frá íslendaska parinum Margrét G. Scheving og Ásbjørn Óttarsson.


Margrét er vaksin upp í Ólafsvík, men hevur røtur úr Vági. Abbi hennara, Sivar Hjelm, varð føddur í Vági 21. des. í 1915, men flutti til Íslands sum 12 ára gamal saman við mammu síni og stórum systkinahópi.

Pápi Sivar, Jógvan Hjelm, gekk burtur við báti á útróðri av Vágseiði, saman við brøðrum sínum Martin og Jaspur Hjelm og tveimum synum hjá Jaspur, Anton og Esbern, og Sofus Berg, ættaður úr Hvalba.

Eftir at tey fluttu til Íslands longdist Sivar altíð aftur til Vágs og flutti eisini til Vágs í nøkur ár, eftir at hann var fermdur.

Margrét greiður frá, at hon minnist væl sum lítil genta, at abbin tosaði um Føroyar og serliga um Vág – og sigur, at tá eg so kom her fyrstu ferð, so visti eg, at eg var vágbingur. -Tá eg kom her fyrstu ferð, upplivdi eg aftur søgurnar, sum abbi fortaldi mær, og sá hann fyri mær á skoytum á Vatninum, eins og hann hevði greitt frá.

(Greinin heldur áfram undir myndini)

Í Føroyum havi eg nógv skyldfólk, sum hava tikið so sera væl ímóti okkum, og tað eri eg so hjartans takksom fyri.

Eitt tað fyrsta eg geri, tá eg komið til Vágs ár um ár, er at fara vestur á Vágseiðið og seta upp blómutyssi og tendra eitt ljós. Hetta til minnist um kæra abba mín, Sivar Hjelm, sum andaðist 23. mars í 1974, 58 ára gamal. -Eg vil eisini heiðra minni hansara við at geva Vágs Skúla hesa gávu: ein 3D prentrar, 3D skannara og eina teldu, segði Margrét á samkomu í Vágs Skúla í dag.

John Henrik Holm, skúlastjóri, takkaði hjartaliga fyri gávuna, og greiddi frá, at Vágs Skúli við hesum er fyrsti skúli í Føroyum, sum hevur ein 3D-prentrara og ein 3D-skannara.

Skúlastjórin segði eisini, at hetta eru tól, sum Vágs Skúli ikki hevur møguleika sjálvur at keypa, men at tey longu høvdu gjørt av, at 3D-prentari, 3D-skannarin og teldan fóru at verða partur av tøkni-breytini, sum næmingar kunnu velja seg inn á í heyst.

John Henrik ivaðist ikki løtu í, at næmingar í Vágs Skúla fóru at fáa stóra gleði av hesari gávu – og bjóðaði eisini Margrét og Ásbjørn, sum eru í Vági at kalla hvørt ár, vælkomnum aftur í Vágs Skúla næstu ferð, tey vóru í Vági, soleiðis at tey kundu síggja, hvussu næmingarnar fara at gagnnýta hesa stórfingnu gávu.

Last modified: 25. august 2020