Vágs og Tvøroyrar kommuna hava nú gjørt semju um fíggjarliga millumverandi millum kommunurnar.
Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, og Kristin Michelsen, borgarstjórar í Tvøroyrar kommunu fegnast um, at semja nú er gjørd um ára gamla ósemju um fíggjarligt millumverandi millum kommunurnar báðar.
Í heyst hava borgarstjórarnir báðir arbeitt við loysnum á hesari ósemjuni, sum er fleiri ára gomul. Og eftir býráðsfundin á Tvøroyri 9. desember og býráðsfundin í Vági 25. november, er hendan ósemjan nú endaliga loyst.
Borgarstjórarnir báðir eru samdir um, at tað hevur stóran týdning, at tær báðar størstu kommunurnar í Suðuroynni hava gott samstarv, tí er eisini løgd stór orka í at fáa loyst hesa ósemjuna, soleiðis at kommunurnar í felag, saman við hinum kommununum í Suðuroynni, kunnu virka Suðuroynni at frama.
Felags tíðindaskriv frá Vágs kommuna og Tvøroyrar kommuna er sent miðlunum
Myndina tók Jakob Skaaning
Last modified: 20. december 2013