Millum mongu frítíðar- og mentunartilboðini í Vágs kommunu, er Vágs Kvøldskúli, sum vetrarhálvuna hvørt ár bjóðar fram eina røð av tilboðum til fólk í nærumhvørvinum og í Suðuroynni sum heild.
Sølvi Andreasen hevur í nógv ár verið leiðari fyri Vágs Kvøldskúla og hevur staðið á odda í menningini av einum spennandi og sera týðandi frítíðar- og mentunartilboði í Vágs kommunu.
Sølvi greiður frá, at í vetur hava fleiri enn 100 fólk verið á nógvu ymisku skeiðunum hjá kvøldskúlanum, sum fevna um seyming/handarbeiði, veving, glaslist, smíð, tónleik, dugnaskapsroynd, koyrikort til prutl, ættargransking, føroyskt fyri útlendingar, skeið fyri orðblindum, ítróttartilboð fyri fólk, sum bera brek os.fr.
Kvøldskúlaárið endar, sum vant, við einari stórari framsýning í Vágs Skúla og verður sjálvsagt lýst, tá hetta verður á skrá, sigur Sølvi Andreasen, kvøldskúlaleiðari.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá Vágs Kvøldskúla
- Veving
- Glaslist
- Glaslist
- Veving
- Veving
- Veving
- Smíð
- Smíð
- Smíð
- Glaslist
- Dugnaskapsroynd
- Dugnaskapsroynd
- Dugnaskapsroynd
- Dugnaskapsroynd
- Seyming/handarbeiði
- Seyming/handarbeiði
- Seyming/handarbeiði
Last modified: 25. februar 2020